Askur, Christopher og Silas í finaluni í lop
NM fyri juniorar og youth hevur verið í Oslo 19. - 21. mai 2017.
12 fimleikarar vóru til kappingina og 8 av hesum HF’arar.
Sum heild kláraðu fimleikararnir seg stak væl, tríggir
teirra so mikið væl at teir komu víðari til finaluna í lop.
Í lop finaluni fyri youth gjørdist Askur (HF) nr. 5 og Silas (KF)
nr. 6, meðan Christopher (HF) gjørdist nr. 6 í lop
finaluni fyri juniorar.
Vit ynskja teimum til lukku við flotta úrslitinum J