Bogi Berg megnaði at koma í finaluna í lop yvir hest til NEC.

Christopher kláraði seg eisini væl í lop yvir hest, og var onnur reserva í lop yvir hest.
Tað merkir, at um tveir íðkarir av onkrari grund ikki kunnu gera lop, so trakkar Christopher til.
Hinir mennirnir hjá okkum kláraðu seg sum heild eisini sera væl til kappingina.

Hóast tað ikki gekk so væl hjá kvinninum, megnaði Lív at blíva nr. 21 av 43 íðkarum.
Høvdu tær havt ein av sínum betri døgum, kundu tær fingið eitt betri úrslit til kappingina.

Vit ynskja Boga hjartaliga til lukku við 8-plássinum í lop yvir hest.


Hold i dag

Instagram