At verða venjari / hjálpari hjá HF er avbjóðandi, spennandi og læruríkt.


Um hetta er nakað fyri teg og tú hevur hug at gerast venjari og hjálpari, men av einari ella aðrari orsøk ikki er vorðin spurd/spurdur, so fer nevndin hervið at heita á teg um vinarliga at siga okkum frá, tí HF hevur brúk fyri tær og tínari vitan, tínum áhuga, og tínum persóni.


Um tú kundi hugsað tær at vant eitt av hesum liðum:

barnalið millum 1½ ár - 6 árrútmulið millum 1. til 6. flokkrútmulið millum 7. flokk og eldri til og við 45 ár +amboðslið og mennKom í form liðkappingarlið í estetiskumkappingarlið í amboð
...so vend tær til viðkomandi samskipara. (trýst her)


Um tú ivast í einum og hvørjum, so kannst tú altíð ringja til HF telefonina 214851


Lat HF hoyra frá tær, okkum tørvar tína hjálp :-)


Vegna Havnar Fimleikafelag,

Nevndin
Hold i dag

Instagram