Úrslit frá FM í amboð fyri einstaklingar

FM í amboðsfimleiki var hildi 5.-7. maj. Føroyameistarar í amboðsfimleiki hjá kvinnum gjørdist Lív Bech Árting (HF) og hjá monnum gjørdust bæði Bogi Berg (HF) og Christopher Arge Klevang (HF) føroyameistarir. Hjá mansunglingum var Hjálmar A. Dalsgarð (HF) føroyameistari og hjá smádreingjum var tað Askur Holm Magnason (HF), ið gørdist føroyameistari. Føroyameistarar hjá gentum og smágentum gjørdust ávikavist Astrid Breckmann (HF) og Sólja Fei Müller (HF) vinnarar. Hjá kvinnuunglingum, dreingjum, pinkum og piltum gjørdust ávikavist Christina Arge (Ljósið), Torleivur Christiansen (Ljósið), Alda Petersen (Støkk) og BjarkiJohannessen (Ljósið).
 
Hesir HF'arar gjørdust vinnarar í hvørjum amboði sær:
Hjá kvinnunum gjørdist Lív Bech Árting vinnari á bita og barr, meðan Elsbet Dalbø gørdis vinnari á lop og gólv.
Hjá monnunum gjørdist Bogi Berg vinnarli á gólv og lop, meðan Christopher Arge Klevang gjørdist vinnari í ringum og parallellari barr.
Hjá mansunglingum gjørdist Hjálmar A. Dalsgarð vinnari í hvørjum amboði sær á gólv, ringum, lop og rekk, meðan Sverri Lyager Jacobsen gjørdist vinnari av paralellari barr.
Hjá dreingjum vann Tóki Janusarson Strøm finaluna á gólv.
Hjá smádreingjum vann Askur Holm Magnason ringar, paralell barr og rekk, og Búi Pætursson gólv. 
Hjá gentum vann Rebekka Ingadóttir allar finalurnar í hvørjum amboð sær, ið eru gólv, biti, paralell barr og lop.
Hjá smágenturm vann Sólja Fei Müller forskotna barr, og hjá pinkum vann Lív Rouch Ísfeld bita.
 
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku :)
 
Úrslitini frá kappingini kunnu lesast her:
Kvinnur og kvinnuunglingar: All around og finalur
Menn, mansunglinga og dreingir: All around og finalur
Gentur, smágentur og pinkur: all around og finalur 
All around: smádreingir og piltar: all around og finalur  
 
Myndir frá steypahandanini kunnu síggjast HER 
  
 


 

Hold i dag

Instagram