Team-Eina frálíkt úrslit til HM í Finnlandi

 
 
Team HF Eina endaði á einum sera flottum 9. plássi í HM finaluni í Finnlandi. Í innleiðandi kappingini, leygardagin, fingu tær 14,70 stig og rakk tað til eitt deilt 12. pláss saman við danska liðnum Team-Elina. Tólv tey bestu liðini komu víðari til finaluna sunnudagin, og við heili 15 stigum á finaludegnum otaðu genturnar á Team-Einu seg upp á eitt 9. pláss, beint framman fyri danska liðið, og kunnu sostatt kalla seg bestar í kongaríkinum 
Jónvá og Ingibjørg hava sjálvar gjørt seriuna, sum bæði er flótandi og inniheldur tey teknisku krøvini. Nú verður spennandi um tey finnsku og russisku liðini fara at bíleggja seriur frá teimum  
Eitt 9. pláss av 24 liðum og besta lið í kongaríkinum :) er ikki fyri einki. Her liggur nógv venjing og hart arbeiði aftanfyri, men uttan fíggjarligan stuðul frá okkara stuðlum hevði hetta neyvan borið til. Genturnar á Team-Einu vilja tí takka stuðlunum
  • Kyster múrarameistarar
  • flog.fo
  • Bygma Balslev
  • Kemilux
  • PM Heilsøla
  • MarineharvestPPoul Mic????
Her er listin við tólv teimum bestu:
:)
nr. 1 Minetit úr Finnlandi, 38,10 stig ????
nr. 2 Ovo junior team úr Finnlandi, 37,45 stig ????
nr. 3 Victoria úr Russlandi, 37,10 stig ????
nr. 4 Victoria Strela úr Russlandi, 36,05 stig ????
nr. 5 Rytmika Perfetto junior úr Estlandi, 34,40 stig ????
nr. 6 Janika Rosett úr Estlandi, 33,35 stig ????
nr. 7 Etar elit úr Bulgari, 32,20 stig ????
nr. 8 Ritmica cartagena úr Spania, 30,35 stig ????
nr. 9 Team HF Eina úr Havnar Fimleikafelag, 29,70 stig ????
nr. 10 Team Elina úr Danmark, 29,65 stig ????
nr. 11 Delica junior úr Ukraine, 29,10 stig ????
nr. 12 Gimnastica sant cugat úr Spania, 28,10 ????
 
Leinki til framførsluna í Finnlandi: trýst her 
 
Hold i dag

Instagram