Kvinnusíðan í amboðsfimleiki fingið nýggja kappingarreglugerð

Í august 2017 hevur FFS samtykt nýggja kappingarreglugerð fyri kvinnusíðuna í amboðsfimleiki.

Kappingarnar verða nú skipaðar eftir stig, og ikki eftir aldur. Allir fimleikarar byrja á stiga 1, og flyta síðani upp so hvørt sum stigini eru staðin. Stigini eru frá 1 til 7.

Stig 1-3 skulu góðkennast til góðkenningardagar, meðan skipa verður fyri kappingum í stig 4-7. FFS skipar fyri bæði góðkenningardøgunum og kappingunum. Fyri at sleppa at kappast í stig 4, skal fimleikarin fylla 9 ár í kalendaraárinum. Heiðursmerki verða ikki latin í samband við góðkenningar á stig 1-3.

Fimleikarin skal gera sama stig í øllum amboðum. Fyri at standa eitt stig, skal fimleikarin í minstalagi hava fingið 75% í miðal av samlaða úrslitinum stigin gevur. Fyri at sleppa víðari til FIG sum spesialist, skal fimleikarin hava fingið minst 88% í einum amboðið í stig 7.

Fyrstu ferð ein fimleikari stendur eitt stig, kann hon flyta upp til næsta stig. Velur fimleikarin at vera verandi á sama stig, skal hon flyta upp aðru ferð hon stendur tað stigið.

Tað er ikki møguligt at flyta niðurí stig, uttan so, at fimleikarin ikki hevur luttikið í kapping í inniverandi kappingarárið og hevur verið vek frá fimleiki, t.d. vegna langtíðar skaðið.

Tá fimleikarin hevur staðið øll stig, flytur fimleikarin upp at kappast eftir FIG og í sínum aldursbólki (Youth, Junior og Senior)

Sí reglugerðina á FFS, beinleiðis leinkja HER

Sí FIG-reglugerðina HER

 


 
Hold i dag

Instagram