Amboðslið

Í Havnar Fimleikafelag kannst tú frá 1. flokki, velja millum Rútmu og Amboð, ella tú kannst velja at ganga til bæði.

Amboðsfimleikur er t.d. at bólta rút, gera myllur, svinga í ringum, ella ganga á bitanum.

Á einum amboðsliði kemur tú at venja styrkivenjingar, smidigheitsvenjingar, og sjálvandi at læra at gera myllur, kraftlop o.s.fr. Grundvenjingarnar á amboðsliðinum verða áleið tær somu, men akkurát hvussu tímin er uppbygdur kann verða sera ymiskt, alt eftir hvat venjarin leggur seg eftir.

Amboðsliðini halda til í FIMI.

Tá talan er um amboðslið hugsa vit um, 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7 flokk og eldri. Talan er um gentulið og dreingja lið.

Øll amboðsliðini eru við til árligu framsýningini, tá fimleikaárið endar.

Samskiparar fyri breiddarliðini í amboð eru: sí leinki
Banner