Um kappingarliðini í amboð

Kappingarliðini í amboð hjá Havnar Fimleikafelag eru 9 í tali.
  • Pinkur og Piltar
  • smádreingir og smágentur
  • Gentur og dreingir
  • Kvinnu- og mansunglingar
  • Kvinnur og menn
Hesi venja 3 - 4 ferðir um vikuna og umboða felagið í kappingum sum FFS ella feløgini fyriskipar.

Tað er bert úttøka hjá pinkum og piltum.

Um hetta hevur tín áhuga, skalt tú melda teg til tilmeldingardagin.

Tað er einki at ivast í at tað er bæði strævið, krevjandi og stuttligt at verða á KAPPINGARLIÐUNUM. Tí fært tú bræv við heim, tá tú teknar teg til, soleiðis at bæði tú og heimið vita nágreiniliga hvat tað inniber at ganga til KAPPINGARLIÐ í amboð.

Og tá úttøkan hevur verið, verða foreldur kallaði inn til foreldrafund, har tað greitt verður sagt hvat felagið krevur av børnunum og foreldrunum, tí uttan stuðul frá foreldrum nyttar einki. Felagið setir komunikatiónin millum ítróttina og heimið høgt.

Aldursmørk til kappingarnar í amboðsfimleiki kappingarárið 2015/2016

Kvinnusíðan
Pinkur 2006 og yngri
Smágentur 2004-2005
Gentur 2002-2003
Kvinnuunglingar2000-2001
Kvinnur 1999 og eldri

Mannfólkasíðan
Piltar 2005 og yngri
Smádreingir 2003-2004
Dreingir 2001-2002
Mansunglingar 1999-2000
Menn 1998 og eldri


Samskiparar fyri hesi lið eru: sí her 

Banner