Um kappingarliðini í estetiskum

Áhugin at koma á kappingarliðini í estetiskum fimleiki er sera stórur og felagið miðjar ímóti at hava 2 kappingarlið í hvørjum aldri.

Allar gentur í aldrinum frá 7 ár kunnu koma til úttøkuvenjingarnar hjá í estetiskum fimleiki tvs. til tey sokallaðu Stórkappingarliðini (SK) - fyrr nevnd Grand-Prix liðini.

Liðini eru pinkur, smágentur, gentur, unglingar og kvinnur.

Aldursmørk fyri kappingarárið 2014/2015
Aldurin er í 2015, tá kappingarnar eru.

Kvinnur 16 ár og eldri skulu vera føddar í 1999 ella áðrenn.
Tvær kunna vera eitt ár yngri, t.v.s 15 ár føddar í 2000.
Min. 6 max 12 íðkarar, eyka íðkarar eru við í max.

Unglingar 14-15-16 ár skulu vera føddar í 2001, 2000 og 1999.
Tvær kunna vera eitt ár yngri, t.v.s. 13 ár føddar í 2002, ella
tvær kunnu vera eitt ár eldri 17 ár, føddar í 1998 ella
ein kann vera eitt ár yngri tvs. 13 ár fødd í 2002, og
ein kann vera eitt ár eldri tvs. 17 ár fødd í 1998.
Min. 6 Max 12 íðkarar, eyka íðkarar eru við í max.

Gentur 12-13-14 ár skulu vera føddar í 2003, 2002 og 2001.
Tvær kunnu vera eitt ár yngri 11 ár, føddar 2004 ella
tvær kunnu vera eitt ár eldri 15 ár, føddar í 2000, ella
ein kann vera eitt ár yngri tvs. 11 ár fødd í 2004 og
ein kann vera eitt ár eldri tvs. 15 ár fødd í 2000.
Min. 6 Max. 14 íalt íðkarar, eyka íðkarar eru við í max.

Smágentur 10-11-12 ár skulu vera føddar í 2005, 2004 og 2003
Tvær kunnu vera eitt ár yngri 9 ár, føddar í 2006, ella
tvær kunnu vera eitt ár eldri 13 ár, føddar 2002, ella
ein kann vera eitt ár yngri tvs. 9 ár fødd í 2006 og
ein kann vera eitt ár eldri tvs. 13 ár fødd í 2002.
Min. 6 Max. 14 íalt íðkarar, eyka íðkarar eru við í max.

Pinkur 8-9-10 ár skulu vera føddar í 2007, 2006 og 2005.
Tvær kunnu vera eitt ár yngri, tvs 7 ár føddar í 2008 ella
tvær kunnu vera eitt ár eldri 11 ár føddar í 2005, ella
ein kann vera eitt ár yngri tvs. 7 ár fødd í 2008 og
ein kann vera eitt ár eldri tvs. 11 ár fødd í 2005.
Min. 6 Max . 14 íalt íðkarar, eyka íðkarar eru við í max.
Tær sum eru føddar í 2008, kunnu fleiri koma á fyrireikingarlið.

Liðini venja 4 - 6 ferðir um vikuna og umboða felagið til allar kappingar sum FFS fyriskipar.

Tað er einki at ivast í at tað er bæði strævið, krevjandi og stuttligt at verða á kappingarliðunum. Tí fært tú bræv við heim, tá tú teknar teg til, soleiðis at bæði tú og heimið vita nágreiniliga hvat tað inniber, at ganga til kappingarlið í rútmu.

Tá úttøkan hevur verið, verða foreldur kallaði inn til foreldrafund, har tað greitt verður sagt hvat felagið krevur av børnunum og foreldrunum, tí uttan stuðul frá foreldrum nyttar einki. Felagið setir samskiftið millum ítróttina og heimið høgt.

Øll hesi liðini eru eisini við til árligu framsýningina tá fimleikaárið endar.

Samskiparar fyri hesi lið eru: sí leinki
Banner