Um Kom í Form

Havnar Fimleikafelag hevur hvørt ár fleiri Kom í Form lið. Hvussu nógv hesi eru á hvørjum árið, avhongur av um venjarar eru til liðini.

Ætlanin við Kom í Form er at geva tær eina góða og fjølbroytta venjing, soleiðis at tú fyrst og fremst kennir teg væl til dagligt og gerst likamstilvitað.

Venjingin fevnir í høvuðsheitum um vanligan fimleik.

Við styrkis-, konditións- og strekkivenjingum betra vit um blóðrenslið og lunga- og hjartakapasitetin, styrkja ”kropskorsettið” og fáa rættari kropsburð. Tá hetta er sagt, er tað upp til venjaran at seta sín dám á venjingina, eitt nú við Pilates, Aerobic ella Effect venjingum.

Við Kom Í Form hevur tú møguleika at venja ein ella fleiri ferðir um vikuna.

Viðmerkjast skal, at Kom Í Form liðini fara ikki til framsýning.

Ábyrgdarin fyri hesi lið er: sí leinki
Banner