Eitt bros

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2006.

Eitt bros – um varrarnar, sum lýsir upp títt yndi,
so lætt – tú sveimar fram á leið.
Hvørt lop – hvør rørsla – førir teg mót høgum tindi,
so spelkin tú á trónu steig.

Ein mynd, sum speglar føgru rørslumynstur tíni,
títt sveiggj – sum kom úr innstu sál.
Hvør spong – er spent – tú hyggur – fangar eygu míni,
so ronk – í barminum eitt bál.

So fim og løtt – tit vísa tykkar dygd,
vit eru har og hyggja eftir tær.

Við kraft – tú loypir – snarar sum ein hvirluvindur,
so lætt – sum fuglur fer í ský.
Í stórum kraftarmiklum lopum rúnarbindur,
í kátum rørslum smílist blíð.

So fim og løtt – á veingjum liðið var,
vit eru har – við gleði stuðla tær.

Títt stev – er frítt og lætt – og ber mær sólarloga,
títt lop – í javnvág, snøgt og greitt.
Í ringum – armar, handakreftur tínar, toga,
títt stríð mót sigri hevur leitt.

So fim og løtt – tit sveima lætt á tá,
við mjúkum fetum – vakurt yvirbrá.

Flikk flakk – sum aldurnar, ið skola móti landi,
so fræls – og fríð á bylgju reið,
tú titar kurlandi og tendrar bjørtum brandi
og strembar fram á sigursleið.

So fim og løtt – tit standa lið um lið,
ein litrík fjøld – tit skora tykkar stig.

So fim og løtt – tit standa lið um lið,
ein litrík fjøld – HF skorar stig.
Banner