HF Sangurin

Orð og lag: Kári Jacobsen
Viðmerking: Yrktur í 2009.

Í sveittabroti verður vant,
og slóðað nýggjar gøtur.
Her í HF hava vit
okkar’ stoltu røtur.
Mangan hevur sigurin
verið okkum søtur.
Men sigur ella ei:
Vit hava nógvar góðar løtur.

Reytt, blátt, hvítt
tað er felag mítt.
Í álvara og gaman,
standa vit saman
í HF búnunum.

Børn og vaksin, stór og smá,
bæði menn og kvinnur.
Frøðast saman hvørjaferð,
at onkur okkar’ vinnur.
Felagið nú hevur lagt
hundrað ár aftur um bak.
Men gamla HF fer at liva
minst eina øld afturat.

Reytt, blátt, hvítt…

Vit kempa okkum til sigurin,
hvør í sínum lag’.
Við virðing fyri øðrum,
og hjartað á røttum stað’.

Reytt, blátt, hvítt…
Banner