Í vikuskiftinum verður sannur fagnaður í Norðurlandahúsinum, tá á leið 400 íðkarar luttaka til fimleikafagnaðin, luttakararnir eru frá 3-80 ár.

Feløgini sum luttaka eru Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið, Fimleikafelagið Flog og
Havnar Fimleikafelag.

Felagið skal vísa breiddina í felagnum við at lýsa ársins evni, við einari framførslu á 15 min. Ársins evnið er orðið “ætt”, sum hevur fleiri týdningar, tískil verður áhugavert at síggja, hvussu feløgini lýsa evnið.

Í alt eru tríggjar sýningar, ein leygardagin 4.nov kl.15.00 og tvær sunnudagin 5.nov, sunnudagin verður vinnarin kunngjørdur til seinastu sýningina kl.18.00.

Steypið, sum verður latið er eitt ferðasteyp, og Havnar Fimleikafelag hevur møguleika, at vinna sær steypið til ognar, hetta økir um spenningin.

Atgongumerkir er til keyps á www.nlh.fo
Hold i dag

Instagram