Fimleikaskúli við Havnar Fimleikafelag

Fimleikaskúli verður frá kl 10 til 14 mánadag, týsdag og mikudag 15. – 17. oktober 2018.
HF setur fokus á at røra seg og eta sunt.
Fyri børnum og ungum frá skúlaaldri og uppeftir. Børn og ung verða býtt upp í bólkar eftir aldri.
Vit fara at venja og gera nógvan stuttligan fimleik – bólta rút, ganga og standa á hondunum, hoppa um hest, hoppa trampolin, svinga í ringunum – stutt sagt, alt tað vit kunnu finna uppá av ymiskum og stuttligum rørslum.
Íðkarar og venjarar á kappingarliðnum skipa fyri og leggja lag á venjingina.
Alt eftir veðrinum fara vit útum at røra okkum eisini.

At hava við:
Shorts og T-shirt ella fimleikadragt.
Klæðir at verða úti í.
Matpakka. Frugt og vatn verður at fáa.

Tilmelding er undir Tiltak á heimasíðuni  - ella við at trýsta her.
Kostnaðurin er 400 kr.

Vinarliga Kappingarliðini í Havnar Fimleikafelag
Hold i dag

Instagram