Fimleikur størsta ítróttargrein í Havn
skrivað 11. juni 2015 Haldur Suni

 
Nýggj kanning frá ÍSF vísir at fimleikur er størsta ítróttargrein í Tórshavnar Kommunu, og næst størsta ítróttargrein í landinum.
 
Funnið er fram til talið á íðkandi umvegis umsitingina hjá ÍSF,sum bæði hevur tøl í skrásetingarskipanini ASKI og neyvari kunnleika um, hvørji íðkandi eiga at verða skrásett har aftrat. Tølini í frágreiðingini eru tí tey nágreiniligastu, sum finnast kunnu. (Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti)
 
Við sínum 3.617 limum er fimleikur næststørsta ítróttagreinin í landinum. Av hesum limunum eru 2.580 í Tórshavnar kommunu, í Runavíkar kommunu eru 624 limir, í Klaksvíkar kommunu 265 limir og í Fuglafjarðar kommunu 148. Greitt er tí, at fimleikurin er ikki so útbreiddur, sum hann kann tykjast, um bara verður hugt at samlaða talinum. 
 
 
 
 
Hold i dag

Instagram