HF sigraði
4. februar 2015 Haldur Suni

 

Vár B. Árting, nr. 2 í lop um hest.
 
Mikukvøldið var steypakapping í amboðsfimleiki í Fimi. Kvinnurnar kappaðust í lopi og forskotnari barr, og her vann Lív B. Árting báðar kappingarnar, og Elsbet Dalbø vann báðar hjá kvinnuunglingunum. Á manfólkasíðuni vann Kristian Knudsen dreingjakappingina í reck og paralellari barr, meðan Hjálmar A. Dalsgarð vann gólvið. Christopher Eikhólm vann unglingakappingina á gólvinum og í reck, meðan Aron Jacobsen vann paralella barr. Hjá monnum varð bara kappast á gólvinum, og her vann Jákup Davidsen úr Støkk. Undrunarvert er, at HF ongan luttakara hevði hjá monnum, eftir at hava dominerað mannfólkafimleikin í so nógv ár!
 
 
Úrslit:
 
 
 
 
Hold i dag

Instagram