HF vann Fimleikafagnaðin :)
 
Um vikuskiftið skipaði Føroya Fimleikasamband fyri Fimleikafagnaði í Norðurlandahúsinum. Tvey feløg luttóku í Fimleikafagnaðinum hesa ferð,  Flog og Havnar Fimleikafelag. Umframt kapping millum feløgini var eisini estetiskur fimleikur og tónleikur á skránni.

Uppgávan hjá feløgunum, sum luttaka í fagnaðinum, er at lýsa eitt ávíst evni, Føroya Fimleikasamband hevur víst á, við fimleiki, ljósi og ljóði. Evnið til Fimleikafagnaðin í ár var ”Ein leið”, sum tey bæði luttakandi fimleikafeløgini lýstu væl við tveimum ymsikum leiðum.

Fimleikafelagið Flog valdi at lýsa lívsleiðina hjá Rannvá í Skúgvi, meðan Havnar Fimleikafelag valdi at lýsa leiðina niðan á Mount Everest og oman aftur.

Tvær sýningar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin, og til seinnu sýningina varð vinnarin kunngjørdur. Vinnarin av Fimleikafagnaðinum 2016 gjørdist Havnar Fimleikafelag, og við sigrinum endurvann Havnar Fimleikafelag sær steypið, sum felagið eisini vann seinast fimleikafagnaður var.

Fimleikafagnaðurin verður aftur í 2017.

GO HF!
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Hold i dag

Instagram