Øssur danmarksmeistari 2014
3/4-2014 Haldur


Seinasta vikuskiftið var DM í amboðsfimleiki. Okkara Øssur Debes Eiriksfoss luttók í kappingini, og eydnaðist tað honum at endurvinna DM í lopi um hest.
Øssur venur mest lop og gólv, og hevur hann tikið seg so nógv fram seinasta árið, at hann megnaði at vinna silvur á gólvinum! Hetta silvurmerkið sigur hann seg eisini vera serliga glaðan fyri :)
Hesi góðu úrslit hava eisini við sær, at Øssur er úttikin til Danska landsliðið í amboðsfimleiki, sum skal umboða Danmark til EM í Bulgaria. Her hava Føroyar ikki møguleika at luttaka.
Føroyar fara at luttaka til NM í Svøríki um 2 vikur, og tá fer Øssur at umboða Føroyar á tí Føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki.
Hold i dag

Instagram