Tað gekk einki serligt til seinnu steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum var hildin í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.
 
Hjá kvinnunum var HF einasta liðið, og vunnu tær sjálvandi steypakappingina. Hjá kvinnuunglingunum hevði Alda framstig, men tað rakk bara til triðjaplássið. Vinnari varð Hydra úr Ljósinum og Svalin úr Støkk varð nummar tvey. Hjá gentunum lá Eina fremst undan seinnu kappingini, men eitt óhapp á gólvinum kostaði so mikið, at tær vórðu nummar trý, men samanlagt nummar tvey bert 0,06 stig aftanfyri Vípuna úr Støkk. Nummar tvey í seinnu kappingini varð Nora úr HF, sum hevði eina nógv betri kapping hesaferð. Hjá smágentunum vann Lyra úr Ljósinum og Flykran úr Støkk varð nummar tvey. Bjalla hevði tikið seg fram, men rakk tað bara til eitt triðjapláss. Hjá pinkunum vann Viólin úr Støkk, og Fenja úr HF, sum eisini vísti framstig, varð nummar tvey. Á triðja plássinum kom Vela úr Ljósinum.
 

Kvinnur Hulda
 

Kvinnuunglingar. 1. Hydra, 2. Svalin og 3. Alda
 

Gentur. 1. Vípan, 2. Nora og 3. Eina
 

Smágentur. 1. Lyra, 2. Flykran og 3. Bjalla
 

Pinkur. 1. Viólin, 2. Fenja og 3. Vela
 
Myndir frá kappingini - Trýst her
Hold i dag

Instagram