Hulda nøgdar við HM í Kekkia

 
 
 
Soleiðis skrivar Fimleikasambandið:
 
Team Hulda, ið umboðar Føroyar til HM í Kekkia, hevur klárað seg sera væl í dag.
Tær høvdu eina stak góða framførslu og fingu 15,40 stig. Besta liðið, Minitit úr Finlandi, fekk 19,20, meðan liðið úr Turkalandi endaði aftast við 6,55 stigum. Afturmeldingarnar um framførsluna hjá Huldu, bæði frá dómarum, áskoðarum og fimleikarum, vóru so sera góðar. At alt gekk upp í eina eind - bæði serian, tónleikurin og draktin. Hetta gjørdi, at heildin í teirra seriu var ótrúliga flott.
Tær blivu nr 19 av 34 og sostatt frammanfyri heili 15 lið. Við tað, at tað bert sleppa 12 lið í finaluna, rakk hetta ikki til eitt finalu pláss. Men eingin veit, kanska hava tær ein góðan møguleika at fáa onkran prís fyri flottastu drakt.
 
Her er leinki til framførsluna: trýst her
 
Hold i dag

Instagram