HF tvey lið í finaluna
6. juni 2015 Haldur Suni

 
HM í estetiskum fimleiki hevur verið í høllini á Hálsi í dag, har 1.130 áskoðarar hugdu at teimum í alt 44 liðunum úr teimum 13 luttakandi londunum, sum vóru Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Estland, Danmark, Finnland, Bulgaria, Kekkia og Eysturríki.

Setanin var kl.13.00, tá ið forsetin í IFAGG, Aleksandra Tuomala-Jantunen, helt røðu, eins og Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, og Elin Heðinsdóttir Joensen, FFS-forkvinna, bjóðaðu vælkomin. Katrin Abrahamsen, kappingarforkvinna, setti kappingina.

Talan var um innleiðandi kappingina undan finaluni í morgin. Tilsamans 26 finalistar skuldu finnast. Tað var finska liðið Minetit, sum vann kappingina hjá kvinnum. Við 19,35 stigum gjørdist Minetit besta liðið á degnum frammanfyri nøsini á Expressia úr Russlandi, sum fekk 19,30 stig.

Besta føroyska liðið í kappingini í dag var Team Havnar Fimleikafelag, sum gjørdist nummar 13 við 15,40 stigum. Tær eru nú tilreiðar til finaluna í morgin.

Hjá kvinnuunglingum var tað Victoria úr Russlandi, sum vann kappingina á hesum fyrra degnum greitt við 19,00 stigum. Á øðrum plássi endaði finska Minetit Juniors, sum er unglingaliðið hjá teimum, sum vóru bestar í kvinnukappingini.

Eisini í kvinnuunglingum verður føroysk luttøka á finaludegnum í morgin. Talan er um Team Alda úr Havnar Fimleikafelag, sum gjørdist nummar 16 við 14,55 stigum. Tær koma við í finaluna í morgin vegna regluna um at einans tvey lið úr hvørjum landi sleppa við.

HM-finaludagurin fer av bakkastokki í morgin kl.14.00.

Topp 6 og plássini hjá føroysku liðunum síggjast niðanfyri:

Kvinnur
1. Minetit (Finnland) 19,35
2. Expressia (Russland) 19,30
3. National Team (Bulgaria) 19,00
4. OVO Team (Finnland) 18,85
5. Madonna (Russland) 18,80
6. GC Janika Sunshine (Estland) 18,65
13. Team Havnar Fimleikafelag (Føroyar) 15,40
21. Team Ursa (Føroyar) 12,50

Kvinnuunglingar
1. Victoria (Russland) 19,00
2. Minetit Juniors (Finnland) 18,65
3. National Team (Bulgaria) 17,85
4. Diamonds (Estland) 17,70
5. GC Rytmica Perfetto (Estland) 17,40
6. Ovo Team Junior (Finnland) 17,35
16. Alda (Føroyar) 14,55
18. Svalan (Føroyar) 13,55
19. Aura (Føroyar) 11,75
21. Team Hydra (Føroyar) 11,40 

Leinki til stroyming av finalunum sunnudagin. Trýst her
 
 
Kvinnuliðið Hulda
 

Kvinnuunglingaliðið Alda
 
 
Kvinnuunglingaliðið Aura
 
Hold i dag

Instagram