Venjingarlegur við Bernadett, Milan og AP

Venjingarlega var fyri alla kvinnusíðuni hjá HF í døgunum 21. – 25. januar 2016, og hjá manssíðuni 13. -16. januar 2016.

Til venjingarleguna hjá kvinnusíðuni vóru tað Bernadett Balazs, kalla Ditti, og maður hennara Milan Udvaracz, ið vóru venjarar. Tey eru bæði venjarar hjá danska fimleikafelagnum KG66 og hjá kvinnusíðuni hjá danska landsliðnum. Ditti er fyrrverandi elitu amboðsfimleikari og Milan er fyrrverandi professionellur fótbóltsmálmaður. Manssíðan hjá HF fekk eisini nakrar fantastiska venjingartímar við Milan.

Til venjingarleguna hjá manssíðuni var tað Andreas Peter Bøgebo, kallaður AP, ið var venjari. AP (sum vit kenna frá seinasta kappingarár) var eisini í desember, til eina styttri venjingarlegu. AP er eisini fyrrverandi kappingarfimleikari, og er knýttur at danska fimleikafelagnum Greve, umframt at hann er partur av toyminum hjá danska manslandsliðinum.

Á myndini síggjast Ditti og Milan við kvinnusíðuni hjá FM-eldri.

 
 
Hold i dag

Instagram