XL-BYG Tórshavn høvuðsstuðul hjá Havnar Fimleikafelag

Hans Suni Eiriksfoss, formaður í Havnar Fimleikafelag sigur:
Vit eru sera fegin um, at XL-BYG Tórshavn hevur valt at stuðla okkum og gleða vit okkum til eitt gott samstarv, har menningin av fimleiki drívur verkið.


Hans Suni Eiriksfoss, formaður í Havnar Fimleikafelag og Heini Fosaa, stjóri í XL-BYG Tórshavn, undiraskivaðu sáttmálan.

Heini Fosaa, stjóri hjá XL-BYG Tórshavn sigur:
Vit eru fegin um at hava fingið eitt samstarv við Havnar Fimleikafelag. Felagið hevur sera nógvar limir og er nakað fyri øll og allar aldursbólkar. Fimleikurin er í vøkstri og gleðir tað okkum, at vit kunnu vera við til at menna hetta.

Havnar Fimleikafelag hevur í dag 1300 limir í aldrinum 1½ til 75 ár, býtt á 74 lið.  Kappingarliðini eru 19 í tali, 9 estetisk lið og 8 amboðslið. Til at venja liðini eru heili 160 venjarar, umframt tað eru hjálparar, samskiparar, bólkar og nevnd. Umframt deildina í Havn, hevur felagið eina deild í Vestmanna.  

Stuðulsavtalan millum XL-BYG Tórshavn og Havnar Fimleikafelag er galdandi til og við fimleikaárið 2016/17.

Tórshavn 26. februar 2016

Havnar Fimleikafelag

Hold i dag

Instagram