Askur Danmarksmeistari í lopi yvir hest

Askur Holm Magnason luttók í DM fyri U13 í vikuskiftinum.
Askur vann gull og gjørdist sostatt Danmarksmeistari í lopi yvir hest.

Lopið hjá honum fekk karakterin 14,3 sum var heili 0,9 hægri enn hjá silvurvinnaranum.
Askur stóð seg eisini væl í øðrum amboðum og vann bronsu í beinsveiggi og var einans 0,3 stig frá bronsuni í gólvi.
Eisini vann hann bronsu í "special-elementi", sum er nýggj kappingargrein hjá ungum fimleikarnum.

Havnar Fimleikafelag ynskir Askur hjartaliga til lukku við úrslitinum og bestu eyðnu framyvir.

Hold i dag

Instagram