Tilmeldingin til fimleikaárið 2018/19 byrjar sunnudagin 26. august kl. 13

Tilmeldingin og gjald fer fram á heimasíðu felagsins http://www.hf.fo/ undir 'Tilmelding'.
Fimleikurin byrjar aftur mánadagin 27. august 2018.

Møgluleiki verður at velja í millum fleiri ymisk lið og aldursbólkar. Liðini koma at venja á Stórheyggi, á Løgmannabreyt, Fimi og í Vestmanna. Nærri kunning um lið og venjingartíðir koma á heimasíðuna uml. 20. august.

Gev gætur:

  • Fyri at melda til lið, skal man hava stovna vanga og verða loggaður á.
  • Hevur tú vanga, er gott at finnað fram brúkaranavn og loyniorð, áðrenn tilmeldingin byrjar.
  • Hevur tú ikki vanga, er gott at stovna vangan áðrenn tilmeldingin byrjar.

Hevur tú vanga til hf.fo
Øll sum hava verið á liðið, eitt ella fleiri ár, síðan august 2014 hava longu stovna vanga, og skulu tí bara logga. Leita fram upplýsingarnar um vangan áðrenn tilmeldingin byrjar. Hevur man gloymt loyniorðið, kann man antin leita t-postin fram, ið kom sendandi tá brúkarin var stovnaður við brúkaranavnið og loyniorðið, ella man kann fáa nýtt loyniorð sendandi. Sí vegleiðing her:‘Gloymt loyniorðið’.

Tey sum ikki hava vanga til hf.fo
Tey, sum ikki longu hava stovna vanga, gera tað á heimasíðuni undir ‘Stovna vanga’.
Vegleiðingar til hvussu man stovnar vanga, meldar til o.a. er undir OSS.

Hvør einstakur fimleikari skal hava egnan vanga
Tað vil t.d. siga, at tá eitt barn skal melda til lið skal barnið vera logga á sín vanga, og ikki annað foreldrið ella verji.

HF letur 15% í systkinaavsláttri á breiddarliðunum. Av fyrstu tilmelding frá einum systkinaflokki, verður goldið fult gjald og síðan verður latið 15% í avsláttri til eftirfylgjandi systkin.

Er liðið fult tekna, er møguleiki at koma á bíðilista. Tað er ókeypis at at koma á bíðilista. At koma á bíðilista merkir, at um pláss eftirfylgjandi gerst á liðinum, fær viðkomandi sum stendur ovast á listanum t-post sendandi við møguleikanum at melda til. Hesin møguleikin stendur við í 24 tímar. Er tilmeldingin ikki avgreidd innan 24 tímar, verður plássið sjálvvirkandi boði til næsta á bíðilistanum. So er man komin á bíðilista er umráðandi, at fylgja við t-postinum eftir at fimleikurin er byrjaður.

Fimleikurin byrjar aftur mánadagin 27. august 2018.

Vit gleða okkum at byrja eitt nýtt kappingarár, og síggja nógvar fittar og dugnaligar fimleikarar, til eitt spennandi og læruríkt fimleikaár :)

Við fimleikakvøðu

Havnar Fimleikafelag :)
Hold i dag

Instagram