Minningarorð um Sjúrð Vágsheyg Johannesen
 
 
Sjúrður var føddur 15. juli 1961, og doyði 19. septembur 2018.

Hann vaks upp í Hoydølum, í náttúruvøkrum umhvørvi. Foreldrini, Ásmundur og Elin Johannesen, arbeiddu á Studentaskúlanum og vóru fyristøðufólk á kostdeildini. Systkini eru Pauli í Sandagerði og Anna Johannesen.

Sjúrður kom sum ungur drongur í Havnar Fimleikafelag, og tað sást beinanvegin, at hann hevði góð evnir. Hann kom á úrvalsliðið, sum Bynne Lamhauge stovnaði í 1975, sum var fyrsta kappingarlið við bæði gentum og dreingjum. Har møtti hann Jónu Johannesen (Clementsen), sum eisini var á úrvalsliðnum. Jóna var eisini góður fimleikari, vøkur og vinarlig, og tað er hon enn. Tey gjørdust par sum 16 – 17 ára gomul og hildu saman í 40 ár, inntil Sjúrður doyði. Tey vóru gift í 35 ár og vóru sum ein. Har annar var, var hin eisini.

Jóna og Sjúrður fingu trý børn. Tey eru Elin Sjúrðardóttir Trier, sum er gift við Ragnar Trier, Lillian Sjúrðardóttir, sum er gift við Torkil Jonsson, og Tórur Sjúrðarson. Ommu og abbabørnini eru 6 í tali: Silja, Ronja, Lóa og lítli Sjúrður, sum Elin og Ragnar eiga, og Samuel og Ísak, sum Lillian og Torkil eiga, og fáa tey skjótt eitt barn afturat.

Sjúrður livdi eitt gott og hendingaríkt lív, og stórt var tað fylgið, sum fylgdi Sjúrði Johannesen til hansara síðsta hvíldarstað, familja, vinir, starvsfelagar, og sera nógv fólk úr Havnar Fimleikafelag. Tað var ein syrgilig løta, men eisini hátíðarligt í Hoyvíkar kirkju. Ann Dahl Hansen, prestur, prædikaði, og Pauli í Sandagerði, beiggi Sjúrð, stjórnaði kóri og framførdi eitt yndisligt lag.

Vit í Havnar Fimleikafelag drýpa høvur í sorg, nú Sjúrður er farin inn í ævinleikan, og vilja inniliga takka honum fyri tað veldiga arbeiðið, hann gjørdi fyri Havnar Fimleikafelag.

Sjúrður var millum teir bestu fimleikararnar í Føroyum í fleiri ár, herímillum eisini føroyameistari. Hann var ein fyrimynd fyri mong sum íðkari. Hann var venjari í nógv ár hjá fleiri fimleikaliðum, eisini kappingarliðum innan amboðsfimleik. Eitt tíðarskeið var hann venjari hjá landsliðnum.

Sjúrður var nevndarlimur í Havnar Fimleikafelag. Hann var dómari í fimleiki. Skipaði fyri fimleikaskeiðum, og undirvísti eisini sjálvur. Hann var við til at skipa fyri framsýningum, kappingum og fimleikaferðum, eisini í útlondum. Hann var kveikjandi, stimbrandi og eldhugaður. Altíð vinarligur og við tí góða orðinum.

Eitt, sum Sjúrður ofta tosaði um, var tíðarskeiðið tá úrvalsliðið hjá Bynna, síðan Finnbjørn Justinussen, var virkið. Fimleikaliðið varð “heimskent” í Føroyum við sera góðum fimleikarum. Altíð millum tey fremstu í kappingum, og har bæði skemt og álvari var á skránni til framsýningar. Enn verður tosað um eitthjólaðu súkklurnar, sum dreingirnir súklaðu á til framsýningar.

Tað var eitt lið, sum var nógv saman. Tey høvdu tað stuttligt, fóru útferðir og hugnaðu sær heima hjá hvør øðrum. Mangan hava vit hoyrt um hugnaligu løturnar heima hjá Sjúrði í Hoydølum, har Sjúrður legði plátur á. Spældi altíð tað nýggjasta og besta, sum var komið út.

Sjúrður hevur á onkran hátt havt tilknýti til Havnar Fimleikafelag, frá tí hann var heilt ungur, og til hann nú doyði, einans 57 ára gamal.

Her kann verða lagt afturat, at Sjúrður var fjølgávaður ítróttarmaður. Hann spældi flogbolt við Fleyr, og vóru teir føroyameistarar fleiri ferðir.

Sjúrður hevði ymisk størv, áðrenn hann fór undir at lesa til sosialráðgeva, sum gjørdist hansara lívsstarv.

Hann starvaðist sum sosialráðgevi í 29 ár. Fyrst á Almannastovuni. Síðan hjá Tórshavnar Kommunu í barnaverndartænastuni í 11 ár. Hann var fyribyrgingarleiðari á Bláa Krossi. Leiðari fyri tveimum bústovnum fyri ung sálarsjúk og arbeiddi síðan hjá Ríkisumboðnum, millum annað sum serkønur í hjúnaskilnaðarmálum og arbeiddi við ættleiðingarmálum.

Seinastu árini starvaðist hann á Barnaheiminum, har hansara starvsøki var at vera leiðari fyri børn og ung.

Sjúrður var eisini formaður í Sosialráðgevarafelag Føroya í nøkur ár.

Sjúrður var umhugsin, dugnaligur og nærlagdur persónur, sum vildi fremja tað góða í sínum starvi. Hann arbeiddi við nógvum sera truplum málum innan sítt yrki, har serliga børn og ung vóru komin í eina ringa støðu, og hjálpti Sjúrður teimum alt tað, hann var mentur.

Hann kundi fingið sær okkurt fittligt starv, men valdi at hjálpa teimum veikastu í verki.

Sjúrður var ein rúmligur, tolerantur, stuttligur og vinarligur persónur. Hann vildi fólki væl og var ein fittur fýrur.

Jóna og Sjúrður fingu nógv ár saman. Sjúrður elskaði Jónu, teirra børn og ommu- og abbabørn, og reypaði ikki sørt av síni flottu familju. Hann hevði størstu umsorgan fyri teimum og var sera góður við síni foreldur og systkin.

Jú Jóna og Sjurður vóru rík, signaði við eini góðari familju, sum helt saman og dugdi at hugna sær. Tey ferðaðust ofta og upplivdu nógv.

Nú Sjúrður gjørdist sjúkur, gjørdi Jóna alt, fyri at hann skuldi hava tað so gott sum gjørligt. Saknurin er stórur, nú Jóna hevur mist sín elskaða mann. Børn og ommu- og abbabørn hava mist ein góðan pápa og abba. Pauli og Anna hava mist sín lítlabeiggja, og Ásmundur og Elin hava mist sín yngsta son. Vit hugsa um tykkum øll.

Vónandi kunnu tey góðu minnini verða ein troyst í hesu sváru tíð. Má Harrin vera við tykkum og styrkja tykkum øll.

Friður veri við minninum um álitismannin, Sjúrð Vágsheyg Johannesen.

Havnar Fimleikafelag
Hold i dag

Instagram