Kom í form

Nýggj lið til Kom í Form byrja aftur mánadagin 7. januar á Løgmannabreyt og mikudagin 9. januar á Stórheyggi. Tilmelding á heimasíðuni, beinleiðis leinkja HER

Ætlanin við Kom í Form er at geva tær eina góða og fjølbroytta venjing, soleiðis at tú fyrst og fremst kennir teg væl til dagligt og gerst likamstilvitað.
Venjingin fevnir í høvuðsheitum um vanligan fimleik.
Við styrkis-, konditións- og strekkivenjingum betra vit um blóðrenslið og lunga- og hjartakapasitetin, styrkja ”kropskorsettið” og fáa rættari kropsburð.
Tá hetta er sagt, er tað upp til venjaran at seta sín dám á venjingina, eitt nú við Pilates, Aerobic ella Effect venjingum.
Við Kom í form hevur tú møguleika at venja ein ella tvær ferðir um vikuna.
Viðmerkjast skal, at Kom í form liðini fara ikki til framsýning.
Hold i dag

Instagram