NORÐOYA SPARIKASSI AMBOÐSKAPPING
Sunnudagin 3. mars verður amboðskapping í Fimi. Øll kunnu luttaka, eisini íðkarar frá øðrum fimleikafeløgum.
Kappingin verður býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at breiddin kappast í einum bólki, og íðkarar á kappingarliðum og fyrireikingarliðum kappast í einum øðrum bólki.
Tilmeldingin fer fram á http://www.hf.fo/, undir 'tiltak' (https://hf.fo/cms/EventOverview.aspx) Tilmeldingin er opin fram til kappingin byrjar, og 50 tey fyrstu, ið melda til áðrenn 25. februar, fáa ein ókeypis HF t-shirt.
Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr. pr. íðkara.
Niðanfyri stendur at lesa hvørjar klokkutíðir ymsu kappingarnar eru:
kl. 15.00–16.00: Gentur og dreingir 1.-2. fl.
kl. 16.30–17.30: Gentur og dreingir 3.-4. fl.
kl. 18.00–19.00: Gentur og dreingir 5.-6. fl.
kl. 19.30–20.30: Gentur og dreingir 7. fl. og eldri
Øll kunnu luttaka í fýra amboðum.
Gentur kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og bita.
Dreingir kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og ringar.
Reglugerð fyri gentur og dreingir 1.-2. fl.
Gólv: Fimleikararnir skulu gera ein bana við hesum elementunum:
- Bólta rút, myllu, hondstøðurullu, flogrullu og um ynskiligt, eitt eyka frítt element.
Trampolin: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av hesum elementunum av trampolinini:
- Hoppa og lenda pent á beinunum
- Salto
Biti: Fimleikararnir skulu gera fylgjandi bitaseriu:
- Ganga pent yvir til miðjuna, gera eina javnvág, hoppa, ½ vending, um ynskiligt, eitt frítt element, síðan bakka.
Lop: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av fylgjandi:
- Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum
- Høvuðslop
- Yvirslag
Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Sveiggj
- Baklens og niður
- Baklens og fram aftur
- Hanga við høvdinum niðureftir
- Kross
Tað er í lagi, um man velur ikki at gera øll elementini á gólvinum og bitanum. Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv.
Reglugerð fyri gentur og dreingir 3. flokkur og eldri
Gólv: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Javnvág
- Bólta rút
- Mylla
- Brúgv frameftir
- Brúgv aftureftir
- Hondstøðurullu
- Standa á hondunum (min 3 sek)
- Flogrullu
- Arabaralop
- Ganga á hondunum (min 3 metrar)
- Kraftlop
- Salto
- Flikk flakk
- Baklens salto
- Strekt salto
- Skrúvu
Trampolin: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum:
- Splitt hopp (á trampolinini)
- Flogrullu (av trampolinini)
- Salto (á trampolinini ella av trampolinini)
- Baklens salto (á trampolinini)
- Dupult salto (av trampolinini)
- Skrúvu (av trampolinini)
Biti: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Hoppa upp á bitan
- Javnvág
- Hopp
- Y-javnvág
- Ring-javnvág
- Spagat á bitanum
- Spagat lop
- Myllu
- Brúgv
- Myllu av bitanum
- Splitt hopp av bitanum
- Kraftlop av bitanum
- Baglens salto av bitanum
Lop: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum:
- Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum.
- Høvuðslop (á plinti ella hesti)
- Yvirslag (á plinti ella hesti)
Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Sveiggj
- Baklens og niður
- Baklens og fram aftur
- Hanga við høvdinum niðureftir
- Kross
- Avsveiggj (baklenssalto)
Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv.