Tilmeldingin til fimleikaárið 2019/20
Sunnudagin 25. august klokkan 13.00 byrjar tilmeldingin til fimleikaárið 2019/20
Tilmeldingin fer fram á heimasíðu felagsins http://www.hf.fo/ undir 'Tilmelding'. Beinleiðis leinkja her.
Gev gætur: Fyri at melda til lið, skal fimleikarin verða loggaður á sín vanga.
Hevur tú hug at vera partur av venjara toyminum hjá HF ert tú vælkomin at senda okkum eini boð.
Tey, sum hava teknað seg til úttøku í estetiskum fimleiki, byrjaðu at venja 19. august. Teldubræv við venjingartíðum verður sent í næstum.
Vit gleða okkum at byrja aftur og at síggja nógvar fittar og dugnaligar fimleikarar, til eitt spennandi og læruríkt fimleikaár.