Kom í form

Eftir eina langa jólaferiu byrjar virksemi hjá HF aftur. 
Nýggj lið til Kom í Form byrja aftur mánadagin 3. januar á Løgmannabreyt, og mikudagin 5. januar á Stórheyggi.
Tilmelding á heimasíðuni, beinleiðis leinkja HER 

Ætlanin við Kom í Form er at geva tær eina góða og fjølbroytta venjing, soleiðis at tú fyrst og fremst kennir teg væl til dagligt og gerst likamstilvitað.
Venjingin fevnir í høvuðsheitum um vanligan fimleik.

Við styrkis-, konditións- og strekkivenjingum betra vit um blóðrenslið og lunga- og hjartakapasitetin, styrkja ”kropskorsettið” og fáa rættari kropsburð.
Tá hetta er sagt, er tað upp til venjaran at seta sín dám á venjingina, eitt nú við Pilates, Aerobic ella Effect venjingum.

Við Kom í form hevur tú møguleika at venja ein ella tvær ferðir um vikuna.
Viðmerkjast skal, at Kom í form liðini fara ikki til framsýning.

 Vit minnast framvegis til almennu koronu tilmælini:
    - Hav gott hondreinføri. Spritta hendurnar, áðrenn tú kemur í høllina.
    - Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur :)

 

Hold i dag

Instagram