NORÐOYA SPARIKASSA AMBOÐSKAPPING

Sunnudagin 23. februar verður amboðskapping í Fimi. Øll kunnu luttaka, tó undantikið kappingaríðkarar í amboðsfimleiki. Íðkarar frá øllum fimleikafeløgum eru vælkomnir.

Kappingin verður býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at breiddin kappast í einum bólki, og íðkarar á fyrireikingarliðum kappast í einum øðrum bólki.

Tilmeldingin fer fram á http://www.hf.fo/, undir 'tiltak' (https://hf.fo/cms/EventOverview.aspx).

Tilmeldingin er opin fram til kappingin byrjar. 50 tey fyrstu, ið melda seg til áðrenn 9. februar kl 24:00, fáa eina ókeypis t-shirt.

Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr. pr. íðkara. Niðanfyri stendur at lesa hvørjar klokkutíðir ymsu kappingarnar eru:

     kl. 13.30–15.00: Gentur og dreingir 1.-2. fl.
     kl. 15.30–16.30: Gentur og dreingir 3.-4. fl.
     kl. 16.30–17.30: Gentur og dreingir 5.-6. fl.
     kl. 16.30–17.30: Gentur og dreingir 7. fl. og eldri

Øll kunnu luttaka í fýra amboðum.

Gentur kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og bita.
Dreingir kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og ringar.

Reglugerð fyri gentur og dreingir 1.-2. fl.

Gólv: Fimleikararnir skulu gera ein bana við hesum elementunum:
          - Bólta rút, myllu, hondstøðurullu, flogrullu og um ynskiligt, eitt eyka frítt element.

Trampolin: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av hesum elementunum av trampolinini:
          - Hoppa og lenda pent á beinunum
          - Salto

Biti: Fimleikararnir skulu gera fylgjandi bitaseriu:
          - Ganga pent yvir til miðjuna, gera eina javnvág, hoppa, ½ vending, um ynskiligt, eitt frítt element, síðan bakka.

Lop: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av fylgjandi:
          - Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum
          - Høvuðslop
          - Yvirslag

Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
          - Sveiggj
          - Baklens og niður
          - Baklens og fram aftur
          - Hanga við høvdinum niðureftir
          - Kross

Tað er í lagi, um man velur ikki at gera øll elementini á gólvinum og bitanum. Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.

Reglugerð fyri gentur og dreingir 3. flokkur og eldri

Gólv: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
          - Javnvág
          - Bólta rút
          - Mylla
          - Brúgv frameftir
          - Brúgv aftureftir
          - Hondstøðurullu
          - Standa á hondunum (min 3 sek)
          - Flogrullu
          - Arabaralop
          - Ganga á hondunum (min 3 metrar)
          - Kraftlop
          - Mylla uttan hendur
          - Salto
          - Flikk flakk
          - Baklens salto
          - Strekt salto
          - Skrúvu

Trampolin: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum:
          - Splitt hopp
          - Flogrullu (av trampolinini)
          - Mylla uttan hendur
          - Salto
          - Baklens salto
          - Dupult salto (av trampolinini)
          - Skrúvu (av trampolinini)

Biti: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
          - Hoppa upp á bitan
          - Javnvág
          - Hopp
          - Y-javnvág
          - Ring-javnvág
          - Spagat á bitanum
          - Spagat lop
          - Mylla
          - Hondstøða
          - Brúgv
          - Myllu av bitanum
          - Splitt hopp av bitanum
          - Kraftlop av bitanum
          - Baglens salto av bitanum

Lop: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum:
          - Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum.
          - Høvuðslop (á plinti ella hesti)
          - Yvirslag (á plinti ella hesti)

Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
          - Sveiggj
          - Baklens og niður
          - Baklens og fram aftur
          - Hanga við høvdinum niðureftir
          - Kross
          - Avsveiggj (baklenssalto)

Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.

 
Hold i dag

Instagram