Sunnudagin 24. apríl verður amboðskapping í Fimi. Øll kunnu luttaka, tó undantikið kappingaríðkarar í amboðsfimleiki. Íðkarar úr øllum fimleikafeløgum eru vælkomnir.

Kappingin verður býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at breiddin kappast í einum bólki, og íðkarar á fyrireikingarliðum kappast í einum øðrum bólki.

Tilmeldingin fer fram á http://www.hf.fo/, undir 'tiltak' (https://hf.fo/cms/EventOverview.aspx).

Tilmeldingin er opin fram til kappingin byrjar. 50 tey fyrstu, ið melda seg til áðrenn 27.mars kl 24:00, fáa eina ókeypis t-shirt.

Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr. pr. íðkara. Niðanfyri stendur at lesa hvørjar klokkutíðir ymsu kappingarnar eru:

kl. 13.00–15.00: Gentur og dreingir 1.-2. fl.
kl. 15.30–17.30: Gentur og dreingir 3.-4. fl.
kl. 17.30–18.30: Gentur og dreingir 5.-6. fl.
kl. 17.30–18.30: Gentur og dreingir 7. fl. og eldri

Øll kunnu luttaka í fýra amboðum.

Gentur kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og bita. Dreingir kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og ringar.

Reglugerð fyri gentur og dreingir 1.-2. fl.

Gólv: Fimleikararnir skulu gera ein bana við hesum elementunum: - Bólta rút, myllu, hondstøðurullu, flogrullu og um ynskiligt, eitt eyka frítt element.

Trampolin: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av hesum elementunum av trampolinini: - Hoppa og lenda pent á beinunum - Salto

Biti: Fimleikararnir skulu gera fylgjandi bitaseriu: - Ganga pent yvir til miðjuna, gera eina javnvág, hoppa, ½ vending, um ynskiligt, eitt frítt element, síðan bakka.

Lop: Fimleikararnir skulu velja at gera eitt av fylgjandi: - Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum - Høvuðslop - Yvirslag

Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum: - Sveiggj - Baklens og niður - Baklens og fram aftur - Hanga við høvdinum niðureftir - Kross

Tað er í lagi, um man velur ikki at gera øll elementini á gólvinum og bitanum. Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.

Reglugerð fyri gentur og dreingir 3. flokkur og eldri

Gólv: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum: - Javnvág - Bólta rút - Mylla - Brúgv frameftir - Brúgv aftureftir - Hondstøðurullu - Standa á hondunum (min 3 sek) - Flogrullu - Arabaralop - Ganga á hondunum (min 3 metrar) - Kraftlop - Mylla uttan hendur - Salto - Flikk flakk - Baklens salto - Strekt salto - Skrúvu

Trampolin: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum: - Splitt hopp - Flogrullu (av trampolinini) - Mylla uttan hendur - Salto - Baklens salto - Dupult salto (av trampolinini) - Skrúvu (av trampolinini)

Biti: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum: - Hoppa upp á bitan - Javnvág - Hopp - Y-javnvág - Ring-javnvág - Spagat á bitanum - Spagat lop - Mylla - Hondstøða - Brúgv - Myllu av bitanum - Splitt hopp av bitanum - Kraftlop av bitanum - Baglens salto av bitanum

Lop: Fimleikararnir kunnu velja at gera eitt av fylgjandi elementum: - Hoppa pent upp á plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum. - Høvuðslop (á plinti ella hesti) - Yvirslag (á plinti ella hesti)

Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at gera upp til fýra av fylgjandi elementum: - Sveiggj - Baklens og niður - Baklens og fram aftur - Hanga við høvdinum niðureftir - Kross - Avsveiggj (baklenssalto)

Tess torførari elementið er, tess meira telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.
Hold i dag

Instagram