Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.
 
Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Fýra av hesum verða leygardagin 26. mars og ein sunnudagin 27. mars í høllini á Stórheyggi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at liðini verða býtt upp soleiðis at børn undir skúlaaldur, rútma og dansur verður leygardag og amboð og tricking/parkour/freerun verður víst fram sunnudag.

Umframt liðini í Havn, hevur Havnar Fimleikafelag eisini fleiri íðkarar í Vestmanna, sum vístu fram teirra kynstur til árligu framsýningina síðsta vikuskiftið í ítróttarhøllini í Vestmanna.

Liðmyndir verða tiknar ávikavist fríggjadagin 25. mars og sunnudagin 27. mars. Tíðirnar yvir myndatøkurnar eru at síggja á hf.fo. Tað er Finnur Justinussen, sum tekur myndirnar, og tær fáast til keyps til framsýningarnar í høllini á Stórheyggi.

Kostnaður fyri myndir:

1 stk. mynd kr. 80,-
2 stk. myndir kr. 150,-
3 stk. myndir kr. 220,-
4 stk. myndir kr. 280,-

Atgongumerki til framsýningarnar:

Vaksin (16 ár og eldri) kr. 50,-
Børn og ung (7-15 ár) kr. 10,-
Børn undir skúlaaldur ókeypis

Eisini ber til at rinda við gjaldskorti.

Øll eru hjartaliga vælkomin!
Hold i dag

Instagram