Norðoya Sparikassa Rútmukapping verður 11.nov

 

 
Øll úr Føroyum kunnu luttaka :)
Øll fáa eina t-shirt við í luttakaraprísinum
Barnadiskotek verður eisini um kvøldið (3.-6. flokkur) 
 
Tilmelding verður her á heimasíðuni undir tiltak. Tilmeldingin byrjar 1.nov. Leinki til tilmelding her
Tað skulu verða 3-5 fimleikarar á hvørjum liði.

Rútmukappingin er í tveimum, ein fyri rútmulið og ein fyri hip hop lið

Rútmuliðini

Venjingar, ið skulu verða við í seriuni:

  • 2 ymiskar javnvágir
  • 2 ymisk hopp
  • sveiggj
  • kropsrørslur
  • venjingar niðri á gólvinum

Hip hop kappingin

Venjingar, ið skulu verða við í seriuni:

  • 2 ymisk hopp
  • 1 slide
  • Hondin/hendurnar skulu nerta við gólvið minimum 1 ferð
  • Allir dansararnir skulu skifta pláss minimum 2 ferðir

Dømt verður eftir:

  • kroppsburði
  • hvussu vísar/tryggar fimleikararnir eru í rørslunum
  • samsvar millum tónleik og venjingar
  • hvussu genturnar fylgjast ( gera í takt)
  • hugflognum
  • andlitsbragd

Ting ið telja niður:

  • Hár, ið er fyri andlitið
  • Tyggigummi
  • um andlitsbragdið ikki broytist
  • um fimleikararnir syngja við tónleikinum
  • um orkan er vánalig
Hold i dag

Instagram