Klubmodul heintar síðuna
Norðoya Sparikassa rútmukapping
Tilmeldingsfrist er overskredet
Tilmeldingin er opin fram til 31.januar 2018. 
 
Norðoya Sparikassa rútmukapping
verður í høllini á Løgmannabreyt fyrsta vikuskifti í februar 2018

Rútmu og hip hop kapping
Øll kunnu melda seg til, børn sum gera fimleik, og børn, sum ikki gera fimleik.
Tilmelding verður á hf.fo undir tiltak. Neyðugt er at gera ein vanga/brúkara á www.hf.fo áðrenn ein kann melda seg til, um ein ikki longu hevur ein.
Hvør fimleikari skal melda seg til á heimasíðuni.
Tað skulu verða 3-5 fimleikarar/dansarar á hvørjum liði. Hvørt lið skal hava eitt navn.
Norðoya Sparikassa rútmukappingin er í tveimum, til rútmuliðini og hip hop liðini.
Kostnaður fyri hvønn fimleikarar/dansara er 150kr. Íroknað prísin er ein t-shirt (HF t-shirt, sum er gjørd til dagin), frukt til fimleikararnar. 

Nr. 1,2 og 3 í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Øll kunnu koma at hyggja, tað er ókeypis atgongd.

Bólkarnir verða gjørdir, tá allar tilmeldingarnar eru komnar. Síðsta freist, at melda seg til, er mikudagin 31.januar.

Rútmuliðini
Venjingar, ið skulu verða við í seriuni:
2 ymiskar javnvágir
2 ymisk hopp
sveiggj
kropsrørslur
venjingar niðri á gólvinum
Serian skal í minsta lagi verða 1min og 10 sek

Hip hop liðini
Venjingar, ið skulu verða við í seriuni:
2 ymisk hopp
1 slide
Hondin/hendurnar skulu nerta við gólvið minimum 1 ferð
Allir dansararnir skulu skifta pláss minimum 2 ferðir
Serian skal í minsta lagi verða 1min og 10 sek

Dømt verður eftir:
- kroppsburði
- hvussu vísar/tryggar fimleikararnir eru í rørslunum
- samsvar millum tónleik og venjingar
- hvussu genturnar fylgjast ( gera í takt)
- hugflognum
- anlitsbragd

Ting ið telja niður:
- Hár, ið er fyri andlitið
- Tyggigummi
- um andlitsbragdið ikki broytist
- um fimleikararnir syngja við tónleikinum
- um orkan er vánalig

 
 
 
Tilmeldaði
Tilmeldingarfreist
30.01.2018
Tíðspunkt
03.02.2018 kl. 15.00 - 04.02.2018 kl. 18.00
Sted
í høllini á Stórheyggi
Prísur
150,00 ,-
Hold i dag

Instagram