Úrslit frá 1. steypakapping í amboðsfimleiki
 
1. steypakapping í amboðsfimleiki var í Fimi í vikuskiftinum fyri tey eldru og tey yngru
 
Bólkarnir sum hava kappast eru:
Menn, mansunglingar, dreingir, smádreingir og piltar.
Kvinnur, kvinnuunglingar, stig 6, stig 5 og stig 4.
Tú kanst lesa um broyttu reglugerðina á kvinnusíðuni HER
 
Kappast var í hesum greinum:
Manssíðan: gólv, beinsveigg og ringar.
Kvinnusíðan: lop og forskotin barr
 
Úrsliti kann síggjast her:
 
HF fekk tilsamans 14 gull, 13 silvur og 13 bronsu. Hjartaliga til lukku til allar fimleikarar og venjarar við flotta úrslitinum   
Myndir frá kappingini kunnu síggjast HER 
 
2. steypakapping verður 17. februar í Bylgjuni í Runavík.
Tá verður eisini góðkenningardagur fyri stig 1, stig 2 og stig 3.
 
Tá verður kappast í hesum amboðum:
Manssíðan: lop, paralell barr og reck.
Kvinnusíðan: biti og gólv, meðan stig 1, stig 2 og stig 3 gera øll 4 amboðini. 
 
Her eru dreingir, smádreingir og gentusíðan á stig 4, 5 og 6 hjá HF avmynda :) 
 
 
Hold i dag

Instagram