Kvinnusíðan
í amboðsfimleiki fingið nýggja kappingarreglugerð
Í august 2017 hevur FFS samtykt nýggja
kappingarreglugerð fyri kvinnusíðuna í amboðsfimleiki.
Kappingarnar verða nú skipaðar eftir stig, og
ikki eftir aldur. Allir fimleikarar byrja á stiga 1, og flyta síðani upp so
hvørt sum stigini eru staðin. Stigini eru frá 1 til 7.
Stig 1-3 skulu góðkennast til
góðkenningardagar, meðan skipa verður fyri kappingum í stig 4-7. FFS skipar
fyri bæði góðkenningardøgunum og kappingunum. Fyri at sleppa at kappast í stig
4, skal fimleikarin fylla 9 ár í kalendaraárinum. Heiðursmerki verða ikki latin
í samband við góðkenningar á stig 1-3.
Fimleikarin skal gera sama stig í øllum
amboðum. Fyri at standa eitt stig, skal fimleikarin í minstalagi hava fingið
75% í miðal av samlaða úrslitinum stigin gevur. Fyri at sleppa víðari til FIG
sum spesialist, skal fimleikarin hava fingið minst 88% í einum amboðið í stig
7.
Fyrstu ferð ein fimleikari stendur eitt stig,
kann hon flyta upp til næsta stig. Velur fimleikarin at vera verandi á sama
stig, skal hon flyta upp aðru ferð hon stendur tað stigið.
Tað er ikki møguligt at flyta niðurí stig,
uttan so, at fimleikarin ikki hevur luttikið í kapping í inniverandi kappingarárið
og hevur verið vek frá fimleiki, t.d. vegna langtíðar skaðið.
Tá fimleikarin hevur staðið øll stig, flytur
fimleikarin upp at kappast eftir FIG og í sínum aldursbólki (Youth, Junior og
Senior)
Sí reglugerðina á FFS, beinleiðis leinkja HER
Sí FIG-reglugerðina HER