Lógir felagsins
§1
Navn felagsins er Havnar Fimleikafelag. Felagið er stovnað 9. desember 1909.
Mið felagsins er við fimleiki og øðrum ítrótti at styrkja og búgva likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt.
§2
Øll kunnu gerast limir í Havnar Fimleikafelagi, antin verða virkandi ella óvirkandi limir.
Allir limir hava atgongd til fundir felagsins, sum nevndin fyriskipar.
§3
Limagjaldið verður kravt inn einaferð um árið. Tá ið umstøðurnar krevja tað, kann nevndin hækka ella lækka limagjaldið, bæði fyri virkandi og óvirkandi limir. Nevnd og heiðurslimir felagsins, eru frítíkin at rinda limagjald. Um nevndin ynskir tað, kann hon lutvíst ella heilt frítaka samskiparar og venjarar at rinda limagjald.
§4
Um onkur limur kemur at skylda felagnum pening, skal nevndin samstundis við at minna á hesa lógina, biðja hann um at gjalda skuldina innan tvær vikur frá skrivingardegi brævsins, og um so er, at viðkomandi limur kortini ikki vil gjalda skuld sína, kann nevndin siga hann ikki longur vera í felagnum. Hann kann tá ikki gerast limur aftur, fyrr enn skuldin er goldin.
§5
Limirnir skulu í felagsmálum gera eftir teimum reglum, nevndin ásetur. Um teir ganga ímóti hesum reglum, skal teimum fyri styttri ella longri tíð noktast atgongd til fimleik og annan ítrótt, sum felagið hevur, ella teir kunna verða koyrdir úr felgnum.
§6
Til at fyriskipa felagsins viðurskifti verður vald ein nevnd. Í nevndina skulu á ársaðalfundinum veljast í minsta lagi 3 og í mesta lagi 5 persónar.
Persónur, sum sjálvur ikki er á fundinum, kann ikki veljast, uttan skrivlig játtan fyriliggur um, at viðkomandi vil taka við, um hann verður valdur.
Á ársaðalfundinum kunnu veljast ein formaður, næst formaður, kassameistari, skrivari og ein nevndarlimur, tó í minsta lagi ein formaður, kassameistari og ein skrivari. Nevndin verður vald á tann hátt at limirnir verða valdir fyri 2 ár.
Tó standa ávikavist 1, 2 og 3 limir fyri valið hvørt árið, alt eftir tali av nevndarlimum.
Afturval er loyvt í øllum føri.
Nevndin hevur ábyrgdina av allari leiðslu felagsins, men hevur rætt til at velja sær hjálpideildir. Nevndin hevur eisini ábyrgdina, á ársaðalfundi, at boða frá hvørjar hesar hjálpideildir verða og hvør kemur at manna ávísu deildirnar.
Tað er nevndin sum gevur rætningslinjur til hjálpideildirnar at fylgja, so sum at skriva fundarbók v.m.
Nevndin skal føra gerðabók og til teir minstu lutir føra bók yvir ognir felagsins, innkrevja allar inntøkur og eigur heimild at gjalda allar neyðugar útreiðslur.
§7
Samstundis við nevndarvalinum skal veljast ein roknskapargrannskoðari. Um nevndin hevur tað fyri neyðugin verður eisini eitt nevndartiltaksfólk valt.
Tey verða vald fyri eitt ár.
§8
Ársaðalfundirn verður at halda í mai ella juni mánaði, og er hann hægsti mynduleiki í øllum felagsmálum.
Ársaðalfundurin skal boðast frá í minsta lagi 8 dagar frammanundan, annaðhvørt skrivliga ella við lýsing. Vanligur meiriluti í atkvøðutali er nóg mikið til at avgera øll mál, uttan tey í §12 nevndu. Um atkvøðurnar fyri og ímóti eru javnar, verður formansatkvøðan avgerandi.
Lógirnar kunnu tí ikki broytast, uttan so er, at 2/3 av atkvøðunum eru fyri broytingini. Tá ið lógliga er boðað til aðalfundar, er hann avgerðaførur. Undantikið eru tó mál, ið eru tilskilað í §12.
Eingin limur kann greiða atkvøðu, uttan sjálvur at vera á fundi. Atkvøðurætt hava allir virkandi ella óvirkandi limir, sum hava fylt 15 ár og hava verið limir allan tann mánaðin, ið farin undan aðalfundinum.
§9
Á ársaðalfundinum greiðir formaðurin frá virki felagsins í farna árinum, og kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap til at verða samtyktan.
Síðan verður at velja nýggja nevnd, grannskoðara og nevndartiltaksmann. Í nevnd kunnu bara veljast limir, sum hava áhuga í felagnum.
Nevndararbeiðið kann verða samsýnt eftir avgerð nevndarinnar.
Roknskaparárið er frá 1. mai til 30 apríl.
Til seinast koma tey uppskot til viðgerðar, ið framsett eru. Uppskotini mega verða givin nevndini upp í hendi 4 dagar fyri aðalfundin.
§10
Boðast kann til eykaaðalfundar, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá í minsta lagi 16 av teimum limum, sum hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slíkt krav má vera grundað og skal sendast nevndini skrivliga.
§11
Um so er, at felagið er limur av einari sameingin av ítróttarfeløgum, skulu limirnir verða skyldugir at geva seg undir ta lóg og tær ásetingar, sum sameingingin samtykkir fyri limir sínar. Felagið kann ikki verða skrivað sum limur av slíkari sameining, uttan at aðalfundurin hevur samtykt hetta.
§12
Samtyktir um at avtaka felagið ella at broyta navn tess kunna bara gerast á aðalfundi, ið verður samankallaður við tí endamáli, og bara tá ið 3/4 av atkvøðunum eru fyri tí, ein og minst helmingurin av limunum, sum hava atkvøðurætt, mega vera á fundinum.
Um ikki nóg nógvir limir eru komnir á fund, verður boðað til nýggjan aðalfund við sama endamáli, ið síðan kann gera hetta mál av við vanligum atkvøðufleirtali.
Tá talan er um avtøku av felagnum, verða ognir felagsins at fara til annað ítróttarfelag í Tórshavn.