FO
Forsíða
Søg
Tiltak
Tilmelding
Liðyvirlit
Álmanakki
OSS
Um felagið
Nevnd og deildir
Lógir felagsins
Góður atburður
Samband
Um liðini
Undir 7 ár
Rútmulið
Amboðslið
Kappingarlið í amboð
Menn
Mansunglingar
Dreingir
Smádreingir
Piltar
Kvinnur
Kvinnuunglingar
Gentur
Smágentur
Pinkur
Kappingarlið í estetiskum
Kvinnur
Kvinnuunglingar
Gentur
Smágentur
Pinkur
Kom í form
Hvar eru vit?
Stórheyggi
Fimi
Løgmannabreyt
Hagtøl
FM fyri lið kvennkyn 2009-10
Steypakapping 20.02.2010
FM fyri lið kallkyn 2009-10
Steypakapping 30. og 31. jan 2
Oyggjaleikir Jersey 2011
Leinki
Venjing
Venjingartalvan
At gerast venjari í HF
HF Sangir
Eitt bros
HF Sangurin
HF er mítt
Savn
Eldri tíðindi
Myndasavn
Kykmyndir
2021
2020
2019
2018
2017
2016
2015
2014
2013
2012
2011
2010
Úrslit
2019
2017
2016
Sølubúð
Facebook login
Minst til mín
Gloymt Loyniorð
Stovna vanga
Rita Inn
Eitt bros
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2006.
Eitt bros – um varrarnar, sum lýsir upp títt yndi,
so lætt – tú sveimar fram á leið.
Hvørt lop – hvør rørsla – førir teg mót høgum tindi,
so spelkin tú á trónu steig.
Ein mynd, sum speglar føgru rørslumynstur tíni,
títt sveiggj – sum kom úr innstu sál.
Hvør spong – er spent – tú hyggur – fangar eygu míni,
so ronk – í barminum eitt bál.
So fim og løtt – tit vísa tykkar dygd,
vit eru har og hyggja eftir tær.
Við kraft – tú loypir – snarar sum ein hvirluvindur,
so lætt – sum fuglur fer í ský.
Í stórum kraftarmiklum lopum rúnarbindur,
í kátum rørslum smílist blíð.
So fim og løtt – á veingjum liðið var,
vit eru har – við gleði stuðla tær.
Títt stev – er frítt og lætt – og ber mær sólarloga,
títt lop – í javnvág, snøgt og greitt.
Í ringum – armar, handakreftur tínar, toga,
títt stríð mót sigri hevur leitt.
So fim og løtt – tit sveima lætt á tá,
við mjúkum fetum – vakurt yvirbrá.
Flikk flakk – sum aldurnar, ið skola móti landi,
so fræls – og fríð á bylgju reið,
tú titar kurlandi og tendrar bjørtum brandi
og strembar fram á sigursleið.
So fim og løtt – tit standa lið um lið,
ein litrík fjøld – tit skora tykkar stig.
So fim og løtt – tit standa lið um lið,
ein litrík fjøld – HF skorar stig.