Børn 1½ ár til og við 6 ár

Her er talan um tey minstu børnini, úr 1½ ár upp til og við 6 ár.

Liðini talan er um eru, Børn og foreldur 1½ - 3 ár, gentur 4 ár, gentur 5 ár, dreingir 4 - 5 ár, gentur 6 ár, og dreingir 6 ár.

Tá børnini eru so ung, sum hesin bólkur, verður vant eitt sindur úr øllum fimleikagreinunum, t.v.s. børnini nema við Rútmu, Reiðskap og Spæl. Hetta ger at eitt nú motorikkur og sansir verða stimbraðir.

Rútma merkir smáar samansetingar av rørslum har tónleikur ella annað verður brúkt til at gera í takt við. Reiðskapur er t.d. bólta rút, ganga á bitanum, meðan spæl, t.d. kann verða banka kjøt, sjórænarar, djóragarður.

Hesi lið venja eina ferð um vikuna og halda til á Stórheyggi og í Løgmannabreyt.

Øll hesi lið eru við í framsýningini, tá fimleikaárið endar.

Samskipararnir fyri hesi lið eru: sí leinki
Hold i dag

Instagram