Gjaldstreytir:
Innliman til liðini hjá Havnar Fimleikafelag er galdandi fyri alt fimleikaárið. Limagjaldið verður goldið umvegis nýggju skipanina á heimasíðuni hjá Havnar Fimleikafelag.

Tilmeldingin er bindandi fyri alt fimleikaárið, og vanligt er ikki at limagjaldið verður endurgoldið. Um tað vísir seg, at tú ella barn tykkara longu eftir 1-2 venjingar ikki hevur hug at íðka fimleik, ber til at endurgjalda hálvt ella heilt limagjald. Gevið gætur, at úrliman skal gerast skrivliga við at senda teldupost til hf@hf.fo

Royndartímar:
Tað er ikki vanligt at Havnar Fimleikafelag bjóðar út royndartímar. Hetta kemst av at flestu liðini longu við innliman eru fult teknaði. Sum áður nevnt, er tað tó møguligt at verða úrlimaður og fáa limagjaldið endurgoldið, um tú ella barn tykkara longu eftir 1-2 venjingar ikki hevur hug at íðka fimleika kortini.

Hold i dag

Instagram