Fimleikaárið 2023/2024 hevur verið eitt megnar ár fyri føroyska fimleikin. Hópin av nýggjum íðkarum leggjast til, og royndu íðkararnir blóma og klára seg væl bæði til føroyskar og altjóða kappingarnar. Vit hava í ár sæð bæði metgóð úrslit og norðurlendskar meistarar
Hetta skal hátíðarhaldast við einari fagnaðarveitslu tann 15.juni í Dansifrøi, Tórshavn. Hølið verður stásað upp og løbarin rullaður út fyri okkara íðkarum, venjarum, samskiparum, nevndum, dómarum, heiðurslimum og teimum sum vara av amboðs- og estetiska fimleikinum.
Á skrá er handanin av “ársins” heiðrum, gott undirhald, myndatøka, trýrættað gallamatskrá, tónleikur og stuttlig samvera við føroya bestu fimleikarum.
Kostnaðurin er kr 450,-. pr. persón. Tilmelding á www.hf.fo áðrenn 30.apríl.
Vit gleða okkum til at síggja nevndir og umboð fyri øll sjey fimleikafeløg og vóna at øll nýta høvið til at knýta sambond kring alt landið. Komið og heiðrið fimleikin.
GG! Minnist til at viðmerkja felag og møguligt ovurviðkvæmi/allergi.