Havnar Fimleikafelag skipar fyri tveimum fyrireikandi venjingum fyri gentum, ið ynskja at venja eitt sindur áðrenn úttøkuna til pinkuliðið fyri kappingarárið 2025/26. Venjingarnar verða hildnar 18. og 25. juni frá kl. 16.30 til 18, og eru ætlaðar gentum føddar í 2016, 2017 ella 2018.
Í venjingunum verður serligt fokus á estetiska grundvenjing og smidligheit, og arbeiðið verður lagt til rættis við atliti til, hvat krevst á pinkuliðnum.
Liðið hevur pláss fyri 30 gentum.
Venjarar eru: Turið Nattestad og Lindis Petersen.
Úttøkuvenjing og úttøka verður í august.