Klubmodul heintar síðuna
Fyrireikingarlið amboð pinkur 6-7 ár
Leiðbeining
1. Er hetta fyrstu ferð tú tilmeldar? So skal ein vangamynd stovnast her  Opret profil
2. Annars skalt tú logga á niðast í vinstru valmynd fyri at tilmelda..


Vilt tú royna teg á fyrireikingarliðnum amboð hjá Havnar Fimleikafelag?  Vit gera fimleik tvær ferðir um vikuna. Tað kann vera krevjandi, men vit hava tað eisini stuttligt saman. Tvær venjingar vera áðrenn úttøkuna. Venjingartíðirnar eru hesar: 

Týsdagin 2. juni frá kl. 18 til 19 og týsdagin 9. juni frá kl. 18 til 19. Allar venjingarnar eru í Fimi. 

Vit læra rørslurnar at kenna, men mest umráðandi er tíma at lurta eftir og at gera sítt allar besta.

Vit vóna at ordiliga nógvar gentur koma at royna seg. Fyrireikingarliðið er fyri tær, sum eru 6-7 ár (føddar 2019 og 2020) og sum ynskja at gera nógvan amboðsfimleik, og møguliga seinni gera seg galdandi í kappingarliðnum. Um hetta er nakað fyri teg, kanst tú melda til her.

Tilmelding til úttøkuna kostar kr. 50, og um hetta er nakað fyri teg, so kostar fimleikaárið 2026/27 kr. 1.725. Vant verður tvær ferðir um vikuna, tíðirnar verða kunngjørdar eftir úttøkuna. Fimleikaárið fyri fyrireikingarliðið byrjar í september 2026. 

Foreldur eru vælkomin í Fimi fyrsta venjingardag at heilsa uppá, tó skulu tey halda seg á miðhæddini, vera friðarlig og minnast til at telefonin skal vera ljóðleys.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!



Tilmeldaði
Tilmeldingarfreist
03.06.2026
Tíðspunkt
02.06.2026 kl. 18.00 - 09.06.2026 kl. 19.00
Sted
Fimi
Prísur
50,00 ,-
Hold i dag

Instagram