Familjufimleikur er fyri alla familjuna, sum hevur hug at hugna sær saman í amboðshøllini í FIMI. Tit gjalda eitt limagjald fyri alla familjuna, og tað er frítt, hvat tit gera í høllini. Venjari er til staðar.
Fyri at melda familjuna til skalt tú innrita teg og brúka tín egna vanga.