Norðoya Sparikassa Amboðskappingin væleydnað!

Sunnudagin 24. november 2019 skipaði Havnar Fimleikafelag fyri sera væleydnaðari kapping í amboðsfimleiki. Tey, sum kappaðust, íðka øll vanligan breiddarfimleik ella eru á fyrireikingarliðum til kappingarlið. Fimleikararnir kappaðust í fleiri bólkum í aldrunum 1.-2. flokk, 3.-4. flokk, 5.-6. flokk og 7. flokk og eldri.
Til samans kappaðust umleið 100 fimleikarar á gólvi, í lopi, á trampolin, á bita (gentur) og í ringum (dreingir). Flestu fimleikararnir vóru frá Havnar Fimleikafelag, men Ljósið átti eisini fleiri umboð og onkur úr Støkk vóru eisini. Serliga stuttligt var tað, at Tvøroyrar Fimleikafelag møtti væl mannað til kappingina, og tey stóðu seg eisini sera væl.
Tey, sum endaðu á fyrsta, øðrum og triðja plássi fingu medaljur, og harafturat fingu allir fimleikararnir heiðursbræv fyri at hava luttikið og eitt serligt heiðursmerki um hálsin.
Fyrireikararnir takka fyri alla hjálp og stuðul til tiltakið! Væntandi verður ein amboðskapping aftur á skránni til várs!
 
 
Stuðlar:
Norðoya Sparikassi
Bilimport
Føroya Keypssamtøka
Føroya Bjór
 
 
Hold i dag

Instagram