Kom í form

Nýggj lið til Kom í Form byrja aftur mánadagin 6. januar á Løgmannabreyt, og mikudagin 8. og 9. januar á Stórheyggi.
Tilmelding á heimasíðuni, beinleiðis leinkja HER
 
Ætlanin við Kom í Form er at geva tær eina góða og fjølbroytta venjing, soleiðis at tú fyrst og fremst kennir teg væl til dagligt og gerst likamstilvitað.
Venjingin fevnir í høvuðsheitum um vanligan fimleik.

Við styrkis-, konditións- og strekkivenjingum betra vit um blóðrenslið og lunga- og hjartakapasitetin, styrkja ”kropskorsettið” og fáa rættari kropsburð.
Tá hetta er sagt, er tað upp til venjaran at seta sín dám á venjingina, eitt nú við Pilates, Aerobic ella Effect venjingum.

Við Kom í form hevur tú møguleika at venja ein ferð um vikuna, tvær ferðir um vikuna ella tríggja ferðir um vikuna.
Viðmerkjast skal, at Kom í form liðini fara ikki til framsýning.
 
Hold i dag

Instagram