NORÐOYA SPARIKASSA AMBOÐSKAPPING
Sunnudagin 23. februar
verður amboðskapping í Fimi. Øll kunnu luttaka, tó undantikið kappingaríðkarar
í amboðsfimleiki. Íðkarar frá øllum fimleikafeløgum eru vælkomnir.
Kappingin verður
býtt upp í tveir bólkar, soleiðis at breiddin kappast í einum bólki, og íðkarar
á fyrireikingarliðum kappast í einum øðrum bólki.
Tilmeldingin fer fram á http://www.hf.fo/, undir 'tiltak' (https://hf.fo/cms/EventOverview.aspx).
Tilmeldingin er opin fram til kappingin
byrjar. 50 tey fyrstu, ið melda seg til áðrenn 9. februar kl 24:00, fáa eina
ókeypis t-shirt.
Kostnaður fyri at luttaka er 50 kr. pr.
íðkara. Niðanfyri stendur at lesa hvørjar klokkutíðir ymsu kappingarnar eru:
kl. 13.30–15.00:
Gentur og dreingir 1.-2. fl.
kl. 15.30–16.30: Gentur og dreingir 3.-4. fl.
kl. 16.30–17.30: Gentur og dreingir 5.-6. fl.
kl. 16.30–17.30: Gentur og dreingir 7. fl. og eldri
Øll kunnu luttaka í fýra amboðum.
Gentur kunnu luttaka í gólvi, trampolin,
lop og bita.
Dreingir kunnu luttaka í gólvi, trampolin, lop og ringar.
Reglugerð fyri gentur og dreingir 1.-2.
fl.
Gólv: Fimleikararnir skulu gera ein bana
við hesum elementunum:
- Bólta rút, myllu,
hondstøðurullu, flogrullu og um ynskiligt, eitt eyka frítt element.
Trampolin: Fimleikararnir skulu velja at
gera eitt av hesum elementunum av trampolinini:
- Hoppa og lenda pent á
beinunum
- Salto
Biti: Fimleikararnir skulu gera fylgjandi
bitaseriu:
- Ganga pent yvir til
miðjuna, gera eina javnvág, hoppa, ½ vending, um ynskiligt, eitt frítt element,
síðan bakka.
Lop: Fimleikararnir skulu velja at gera
eitt av fylgjandi:
- Hoppa pent upp á
plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum
- Høvuðslop
- Yvirslag
Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at
gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Sveiggj
- Baklens og niður
- Baklens og fram aftur
- Hanga við høvdinum
niðureftir
- Kross
Tað er í lagi, um man velur ikki at gera
øll elementini á gólvinum og bitanum. Tess torførari elementið er, tess meira
telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa
luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.
Reglugerð fyri gentur og dreingir 3.
flokkur og eldri
Gólv: Fimleikararnir kunnu velja at gera
upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Javnvág
- Bólta rút
- Mylla
- Brúgv frameftir
- Brúgv aftureftir
- Hondstøðurullu
- Standa á hondunum
(min 3 sek)
- Flogrullu
- Arabaralop
- Ganga á hondunum (min
3 metrar)
- Kraftlop
- Mylla uttan hendur
- Salto
- Flikk flakk
- Baklens salto
- Strekt salto
- Skrúvu
Trampolin: Fimleikararnir kunnu velja at
gera eitt av fylgjandi elementum:
- Splitt hopp
- Flogrullu (av
trampolinini)
- Mylla uttan
hendur
- Salto
- Baklens salto
- Dupult salto (av
trampolinini)
- Skrúvu (av
trampolinini)
Biti: Fimleikararnir kunnu velja at gera
upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Hoppa upp á bitan
- Javnvág
- Hopp
- Y-javnvág
- Ring-javnvág
- Spagat á bitanum
- Spagat lop
- Mylla
- Hondstøða
- Brúgv
- Myllu av bitanum
- Splitt hopp av bitanum
- Kraftlop av bitanum
- Baglens salto av bitanum
Lop: Fimleikararnir kunnu velja at gera
eitt av fylgjandi elementum:
- Hoppa pent upp á
plintin. Ganga yvir til kantin. Hoppa pent av plintinum.
- Høvuðslop (á plinti ella hesti)
- Yvirslag (á plinti ella hesti)
Ringar: Fimleikararnir kunnu velja at
gera upp til fýra av fylgjandi elementum:
- Sveiggj
- Baklens og niður
- Baklens og fram
aftur
- Hanga við
høvdinum niðureftir
- Kross
- Avsveiggj
(baklenssalto)
Tess torførari elementið er, tess meira
telur tað. Nummar 1, 2 og 3 í hvørjum amboði fáa handað heiðursmerki. Øll fáa
luttakarabræv og luttakaraheiðursmerki.