Flying Superkids er eitt fimleikalið hjá Gymnastikgården, sum liggur í Aarhus V. Umleið 45 børn og ung eru við á liðnum, sum hvørt ár ferðast kring heimin við sínum forvitnisligu og bergtakandi framsýningum.


Umframt at spjaða gleði við fimleiki og rørslum, er eitt av endamálunum hjá Flying Superkids at fáa fleiri børn og ung at íðka meira ítrótt.


Her er ein brellbiti: https://youtu.be/uE1dZZCvsiQ


Framsýningarnar hjá Flying Superkids verða í høllini á Hálsi leygardagin 9. mars og sunnudagin 10. mars 2024. Atgongumerkjasølan byrjar týsdagin 6. februar kl. 19 á heimasíðuni hjá Flying Superkids, www.flyingsuperkids.com.


Hold i dag

Instagram