Kappingarfyrireiking 2026

Leygardagin varð skipað fyri kappingarfyrireiking hjá Havnar Fimleikafelag. Kappingarfyrireiking er fyrireiking til kappingar og góðkenningardagar, har íðkararnir sleppa at royna seg við kappingarformatinum í einum kendum og tryggum umhvørvi. Ætlanin við hesum er at veita íðkarunum virðismiklar royndir, sum seinni fara at koma teimum til góðar. 
56 íðkarar hjá felagnum luttóku í kappingarfyrireikingini. Gleðiligt er, at allir íðkararnir stóðu seg væl. Tað var hugaligt at síggja, hvussu íðkararnir hugsavnaðu seg um uppgávuna, og góða stuðulin teir góvu hvørjum øðrum.
Til ber at síggja úrslitini frá Kappingarfyrireikingini 2026 her:

Myndir frá degnum liggja undir myndasavn her á heimasíðuni.

Takk til venjarar, samskiparar og øll hjálparfólk, sum gjørdu dagin so væl eydnaðan
Hold i dag

Instagram